Samstarv er vegurin

Samstarv er vegurin
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum vil hava limaskap í heimsheilsustovninum, WHO, heimhandilsstovninum, WTO, og eygleiðarastøðu í ST.
03.09.2020 - 20:50

Tað var á ynskilistanum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum, tá ið hann í dag tók ímóti danska uttanríkisráðharranum, Jeppe Kofod.

Jenis av Rana og Jeppe Kofod fundaðust í Tinganesi fyrrapartin, har teir millum annað umrøddu trygdarstøðuna í Arktis, møguleikan hjá Føroyum at hava meira at siga á uttanríkispolitiska pallinum og samstarvið millum Føroyar og Danmark á hesum øki.

Sambært báðum pørtum var talan um ein góðan fund, har semja var um tætt samstarv á uttanríkispolitiska økinum.

Áðrenn farið varð víðari suður til Tvøroyarar - var tíðindafundur í Tinganesi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025