- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainar skuldsettir fyri njósning í Danmark
Ukrainar skuldsettir fyri njósning í Danmark
Menninir eru skuldsettir fyri at njósnast móti verjufyritøkuni MyDefence

Danska ákæruvaldið heldur, at russisk fregnartænasta stendur fyri njósningini.
Mynd: Bo Amstrup, Ritzau Scanpix
21.10.2026 - 10:14
Tveir ukrainar eru skuldsettir fyri njósning í Danmark.
Danska ákæruvaldið heldur, at russisk fregnartænasta stendur fyri njósningini.
Tveir mans, ein 18 ára gamal og ein 21 ára gamal, eru ákærdir fyri njósning móti donsku verjufyritøkuni MyDefence. Teir eru ákærdir fyri at hava avmyndað MyDefence og sent myndirnar til eitt fólk á Telegram.
Rætturin í Aalborg tók ikki undir við at varðhaldsfongsla teir báðar, men løgreglan sleppur at hava menninar í varðhaldi í tríggjar dagar.
Ukrainararnir nokta seg sekar, sigur verjin, Rasmus Amandusson, við Danmarks Radio.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























