Norskt farmaskip tekur fiskin hjá Yantarnyy

Norskt farmaskip tekur fiskin hjá Yantarnyy
Ætlanin var at leggja fiskin upp í Ánunum, men nú verður hann lossaður umborð á Silver Copenhagen, sum liggur uttan á Yantarnyy
Yantarnyy liggur framvegis á Havnini. Fiskurin verður nú lossaður umborð á norska farmaskipið, Silver Copenhagen, sum liggur uttan á Yantarnyy
 
11.09.2020 - 11:41

Klokkan seks í morgun kom norska frystifarmaskipið, Silver Copenhagen, til Havnar eftir fiskinum hjá russiska trolaranum, Yantarnyy.

Silver Copenhagen liggur uttan á Yantarnyy og tekur fiskin hjá trolaranum.

Yantarnyy hevði annars fingið loyvi til at leggja fiskin í frystigoymsluna í Ánunum í Klaksvík.

Men nú verður hann lossaður umborð á Silver Copenhagen við nýggju bryggjuna í Havn.  

Kom á Havnina týskvøldið

Yantarnyy kom á Havnina týskvøldið 8.september.

Hann fór av Oyrareingjum 1.september í Nólsoyarfjørð at leggja seg. Yantarnyy kom á Oyrareingir 23.august eftir at hava verið til fiskiskap norðanfyri.

Eitt frystifarmaskip var komið til Føroya at taka fiskin hjá Yantarnyy.

Men tað skipið er farið úr Føroyum aftur uttan fiskin hjá Yantarnyy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339