Meginparturin av skuldini er fyrnaður

Meginparturin av skuldini er fyrnaður
185,5 mió. kr. eru farnar til innheintingar, men 161 milliónir eru fyrnaðar, sum Taks mælir til at strika
Skuldin, sum ikki er fyrnað, er 24,7 mió.kr. Hana eiga 45 skuldarar, sigur Taks
 
11.09.2020 - 15:29

104 skuldarar, sum skylda landskassanum góðar 185,5 mió, kr., eru til innheintingar hjá Taks.

160,8 milliónir eru fyrnaðar, skuldin er vorðin ov gomul at krevja, og Taks mælir til, at hesar milliónirnar verða strikaðar.

Skuldin, sum ikki er fyrnað, er 24,7 mió.kr. Hana eiga 45 skuldarar. 

Hava grannskoðað veðhaldsútreiðslur

Talan er um kontuna effektivar veðhaldsútreiðslur í landsroknskapinum, sum Landsgrannskoðanin hevur grannskoðað.

Í 2014 fór Taks við hjálp frá advokati gjøgnum saldulistan fyri at rudda upp í eftirstøðum. 

Úrslitið var, at nógv vinnulán vórðu fult avskrivað, tí feløgini vóru strikað í partafelagsskránni. 

Í 2014 vórðu 20,2 mió.kr. avskrivaðar, og í 2017 vórðu 18,4 mió.kr. avskrivaðar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026