160 føroyingar í kinesiskari telduskipan

160 føroyingar í kinesiskari telduskipan
Teirra millum eru Fróði Magnussen, stjóri í Formula, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður
Fróði Magnussen, stjóri á Formula, er millum teir 160 føroyingarnar, sum eru kinesisku telduskipanini, Overseas Key Information Database
 
18.09.2020 - 08:40

160 føroyingar og 60 grønlendingar eru við í telduskipanini, Overseas Key Information Database, sum kinesiska felagið, Zhenhua, hevur savnað.

Tað skrivar Jyllandsposturin.

Fleiri av teimum eru fólk, sum hava tilknýti til politisku skipanina, floghavnir og telduvinnuna. Og í fleiri førum eru familjulimir eisini við.

Millum nøvnini á listanum er Fróði Magnussen, stjóri í Formula, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður.

Í Grønlandi er talan um fleiri limir í nevndini hjá Air Greenland, og har er Kim Kielsen, landsstýrisformaður, eisini at finna.

Keypt útgerð frá Huawei

Kina hevur stóran áhuga fyri tí,  sum hendir við Norðpólin og í økinum um okkara leiðir, og tí hava fólkini týdning, sigur André Ken Jacobsen, sum starvast á Center for War Studies í Danmark.

Fróði Magnussen, stjóri í Formula sigur við blaðið, at felagið hevur keypt útgerð frá Huawei, men hann metir ikki seg sjálvan sum serliga almennan persón.

Hann vísir á, at Formula ger skipanir av ymsum slag, og tí er felagið helst áhugavert í kinesiskum eygum.

Danski serfrøðingurin, Peter Viggo Jacobsen, sigur við Jyllandspostin, at tað ikki kemur óvart á, at kinesarar hava áhuga fyri telduvirksemi í Føroyum og fyri floghavnum í Grønlandi. Teir lógu framvið at fíggja nýggju floghavnirnar í Grønlandi, og hava tí áhuga í teimum.

5G

Í Føroyum hevur Huawei eisini ligið framvið at sleppa at útbyggja 5G-netið, sigur Peter Viggo Jacobsen. Og landið roynir at ávirka tey fólk, sum kunnu hava ávirkan, sigur hann. Soleiðis virkar kinesiski uttanríkispolitikkurin, leggur hann aftrat.

Tað er komið fram, at eisini 700 fólk í Danmark eru at finna í kinesisku skipanini, m.a.ráðharrar og embætisfólk.

Serfrøðingar vilja vera við, at kinesisku myndugleikarnir vita um skipanina, og at hon kann nýtast til at leggja trýst á fólk, sum myndugleikarnir hava áhuga fyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611