Nógv færri læknar í Føroyum enn í Danmark

Nógv færri læknar í Føroyum enn í Danmark
Í løtuni lesa 103 føroyingar læknafrøði
Eisini í Føroyum eru færri kommunulæknar enn í Danmark
 
22.09.2020 - 08:47

Nógv færri læknar eru í Føroyum enn í Danmark.

Hetta siga tøl, sum Fíggjarnevndin hevur fingið frá Felagnum fyri yngri læknar.

Sambært tølunum eru 104,8 yngri læknar til hvørji 100.000 fólk í Føroyum. Í Danmark er talið 233,5.

Eisini færri kommunulæknar

Í Føroyum eru 49,5 kommunulæknar fyri hvørji 100.000 fólk. Í Danmark eru 61.

83,8 serlæknar eru í Føroyum, í Danmark eru 148,5.

Samantikið eru 238,2 læknar í Føroyum til hvørji 100.000 fólk. Í Danmark eru næstan dupult so nógvir, har eru 443.

Keldur til hesi tøl eru læknafeløgini í Føroyum og í Danmark.

103 lesa læknafrøði

Í 2007 lósu 37 føroyingar til lækna, talið var 123 í 2017 og í løtuni lesa 103 føroyingar læknafrøði, sigur Felagið fyri yngri læknar, sum hevur tølini frá Felagnum fyri læknalesandi í Danmark.

Fíggjarnevndin fer hósdagin at viðgera uppskot frá Javnaðarflokkinum um at lata 1,6 mió. kr. í eykajáttan til yngri læknar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810