Eingin smittaður í gjár

Eingin smittaður í gjár
37 fólk eru smittað í løtuni, og 228 eru í sóttarhaldi
 
28.09.2020 - 10:30

Heldur ikki í gjár var nøkur koronusmitta staðfest í Føroyum.

Tølini á korona.fo eru dagførd í morgun, og ongin broyting  er frá leygardegnum.

Sostatt eru framvegis 37 fólk smittað í løtuni, og 423 fólk eru vorðin frísk aftur.

337 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Í løtuni sita 228 fólk í sóttarhaldi, og ongin er innlagdur fyri koronu.

Sama smittukelda

Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at tey nú halda, at allir smittutilburðirnir síðstu tíðina er ein og sama smittuketa.

Landslæknin metir tí, at tey hava tamarhald á hesi smittuketu, tí flestu tilburðirnir í seinastuni hava verið fólk, sum hava sitið í sóttarhaldi.

Tað ganga tó framvegis nakrir dagar aftrat áðrenn hetta kann sigast fyri vist.

Landslæknin dugir ikki at siga, hvar smittuketan byrjaði. Tey hava ikki funnið nakran smittaðan, sum hevur verið uttanlands, sigur Lars Fodgaard Møller.

Hóast tamarhald nú tykist vera á hesi smittuketuni, mælir Landslæknin tó framvegis til varsemi, at halda frástøðu og handreinføri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342