Løgtingið samtykt koronugjaldið

Løgtingið samtykt koronugjaldið
Lógin kemur í gildi 1. oktober
1. oktober skulu øll ferðandi, sum koma til landið, sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
29.09.2020 - 14:47

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri at verða kannað fyri koronu, tá tey koma til Føroya.

Løgtingið samtykti frammanundan at víkja frá tíðarfreistini, tí lógin skal koma í gildi 1. oktober, sum er hósdagin.

Ein samd fíggjarnevnd tók undir við uppskotinum, men hevði eisini eitt broytingaruppskot, sum nágreinar ávíst viðurskifti í lógini, og tað varð samtykt.

Uppskotið varð einmælt samtykt við aðru viðgerð. Øll 26 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri. 

Við triðju viðgerð, sum var fyri løtu síðani, varð uppskotið endaliga samtykt við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Gjaldið fyri at verða kannaður fyri koronu verður 312 krónur.

Lógin um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, sum koma til Føroya, fer sambært uppskotinum úr gildi á nýggjárinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542