Trump illa fyri fríggjadagin

Trump illa fyri fríggjadagin
Amerikanski forsetin var somikið illa fyri av korona-virusinum, at starvsfólkini í Hvítu Húsunum stúrdu fyri honum
Trumphjúni hava bæði korona.
 
04.10.2020 - 12:08

Amerikanski forsetin var somikið illa fyri av korona-virusinum, at starvsfólkini í Hvítu Húsunum stúrdu fyri honum.

Serliga ring var støðan fríggjadagin, tá forsetin varð lagdur inn á sjúkrahús.

Tað sigur starvsfólkaovastin í Hvítu Húsunum, Mark Meadows,  við tíðindastovuna DPA.

Ì samrøðuni greiðir Meadows frá, at forsetin hevði fepur og manglaði ilt í blóðinum. 

Á eini upptøku, sum Donald Trump legði á Twitter í nátt, greiðir forsetin frá, at hann nú hevur tað betri.

Tó er forsetin enn ikki somikið byrgur, at hann er uttanfyri vanda.

Eisini forsetafrúan, Melania Trump, hevur korona. Hennara heilsustøða er, sambært forsetanum, betri enn hansara. Aldursmunurin kann vera ein orsøk til tað, metir 74 ára gamli forsetin um sína 24 ár yngri konu.

Umframt forsetahjúnini hava í minsta lagi 10 starvsfólk í Hvítu Húsunum korona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161