Landsstýrið viðger Suðuroyarleiðina

Landsstýrið viðger Suðuroyarleiðina
Okkurt skal gerast, tí verandi støða ber ikki til, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
So nógvur farmur er at flyta á Suðuroyarleiðini, at Smyril ofta er seinkaður
 
05.10.2020 - 09:56

Longu í hesi vikuni ella í seinasta lagi í næstu viku fer landsstýrið at koma við einum boði um, hvussu Suðuroyarsiglingin skal skipast í framtíðini.

Men hvussu tað skal gerast, veit Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ikki enn.

Hann sigur tó, at okkurt skal gerast, tí verandi støða ber ikki til.

So nógvur farmur er at flyta á Suðuroyarleiðini, at Smyril ofta er seinkaður.

Fyrst og fremst ferðafólk

Fólk, sum brúka Smyril nógv, halda, at skipið skal fyrst og fremst vera fyri ferðafólk og ikki til farmaflutning.

Trupulleikin er, at fiskur, sum skal úr Suðuroynni av landinum, skal til Havnar fyrst.

Erhard Joensen, tingmaður í Sambandsflokkinum og tí eisini í samgonguni, segði við Útvarpið í síðstu viku, at farmur nú kemur fram um alt annað. 

Tað var ikki ætlanin, tí Smyril er fyrst og fremst eitt ferðafólkaskip, sum eisini kann taka nakað av farmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053