Granskarar funnið nýggjan havstreym

Granskarar funnið nýggjan havstreym
Granskarar á Bjerknessenteret for klimaforskning og Lærda háskúlan í Bergen hava funnið ein nýggjan havstreym
 
25.10.2020 - 11:44

Granskarar á Bjerknessenteret for klimaforskning og Lærda háskúlan í Bergen hava uppdagað nýggja havstreymin, sum gongur norðan fyri Ísland og fram við Føroyum.

Havstreymurin er doyptur "Iceland-Faroe Slope Jet". Stefanie Semper hevur funnið nýggja havstreymin í sambandi við eina ph.d. ritgerð. Hon er høvuðsrithøvundi í sambandi við eina grein, sum lýsir nýggja havstreymin, veit NRK. 

Djúpum vatni

Tað er eydnast henni at fáa greiðu á, at hvat hendir við Golfstreyminum, sum ferðast norðureftir við heitum sjógvi. Golfstreymurin søkkur niður í djúpan sjógv og ferðast síðani suður eftir framvið Íslandi og Føroyum, har av navnið.

Stefanie Semper er høvuðsrithøvundi á einari av tveimum greinum, har hin greinin, sum eisini stendur í náttúruvísindaligum tíðarriti, hevur funnið kelduna til nýggja streymin. Havstreymurin byrjar beint við Eysturgrønland. 

Óttast

CICERO-granskarin, Bjørn Hallvard Samset, heldur, at vit eiga at óttast. 

- Tað er orsøk til at óttast. Um havstreymurin, sum gongur norðureftir verður ávirkaður, soleiðis at hann ferðast spakuligari enn fyrr, so fær tað stóran týdning fyri umhvørvið. Vit vita, at um streymurin steðgar upp, verður nógv kaldari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890