Fáa meiri í lummapeningi

Fáa meiri í lummapeningi
Børn og ung, sum eru sett heiman, fáa eitt fast gjald í lummapeningi um vikuna, og upphæddin hækkar á nýggjárinum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur avgjørt at hækka lummapeningin til børn og ung, sum eru sett heiman
 
26.10.2020 - 14:45

Børn og ung, sum eru sett heiman, fáa nú meira í lummapeningi. Tað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, avgjørt.

Børn og ung, sum eru sett heiman, fáa eitt fast gjald í lummapeningi um vikuna, alt eftir aldri.

Upphæddirnar verða hækkaðar úr 24 krónum upp í 40 krónur um vikuna til børn, sum eru millum trý og seks ára gomul.

Upphæddin hækkar líðandi eftir aldri, og til børn og ung, sum eru eldri enn 16 ár, hækkar upphæddin úr 227 krónum upp í 275 krónur um vikuna.

Javnaðar á hvørjum ári

Upphæddirnar verða javnaðar á hvørjum ári.

Tað er landið, sum rindar lummapening til børn, ið búgva á stovni hjá landinum.

Kommunurnar rinda lummapening til børn, ið eru sett heiman, og búgva hjá fosturforeldrum.

Nýggju upphæddirnar koma í gildi 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527