Atsókn í Nice kravt trý mannalív

Atsókn í Nice kravt trý mannalív
Trygdarstigið er hækkað eftir hendingina
Atsóknin varð framd nærindis Notre Dame-kirkjuni í Nice
 
29.10.2020 - 14:18

Í minsta lagi trý fólk hava latið lív, og fleiri eru særd í kníválopi við Notre Dame-kirkjuna í franska býnum Nice. 

Ein kvinna, sum var stødd inni í eini kirkju, varð skorin á háls, og deknurin varð eisini dripin. Triðja ofrið var ein ung kvinna, siga keldur í løgregluni.

Hetta hendi um 9-tíðina í morgun lokala tíð.

Trygdarstigið hækkað

Franski forsætisráðharrin, Jean Castex, sigur, at trygdarstigið í Fraklandi er hækkað eftir hendingina, og innanríkisráðharrin Gerald Darmanin, hevur kallað til kreppufund. 

Tíðindafólk á staðnum siga, at bæði herurin og løgreglan eru í handilsgøtuni, og økið kring kirkjuna er avbyrgt.

Borgarstjórin í býnum, Christian Estrosi, sigur, at talan helst er um yvirgangsálop. 

- Gerningsmaðurin rópti Allahu Akbar, - "Allah er stórur", eisini eftir at løgreglan hevði handtikið hann, sigur Estrosi.

Keipumyndir av profetinum 

Álopið hendir samstundis, sum Frakland roynir at fóta sær, eftir at lærarin, Samuel Paty, fyri sløkum tveimum vikum síðani varð skorðin á háls. 

Orsøkin var, at hann hevði víst næmingunum keipumyndir av Mohammed profeti í einum tíma, sum snúði seg um skrivi- og talufrælsið.

Eftir drápið boðaði franski forsetin, Emmanuel Macron, frá herdum tiltøkum móti fleiri muslimskum felagsskapum.

Boðini fullu ikki í góða jørð í fleiri londum í Miðeystri, og turkiski forsetin, Erdogan, segði franska forsetan vera í ørviti.

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091