Fingu ikki viðhald

Fingu ikki viðhald
Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum gav ikki EB/Streymi/Skála viðhald í kæruni um longdu leiktíðina í fjórðingsfinaluni í steypakappingini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2020 - 05:27

Tá vanliga leiktíðin í fjórðingsfinaluni millum EB/Streym/Skála og NSÍ, kvinnur, var av, var støðan 1-1, og farið varð tí til longda leiktíð, sum dómarin ásetti til tvær ferðir 10 minuttir og í tráð við ásettu kappingarreglur hjá FSF. 

NSÍ skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini og vann harvið dystin 2-1. Eftir dystin kærdi EBS/Skála longdina á longdu leiktíðini, tí siðvenja er at spæla tvær ferðir 15 minuttir longda leiktíð í vaksnamannadeildum. 

Niðurstøðan hjá Aganevndini er tó, at dómarin í dystinum hevur fylgt kappingarreglunum, og gongur tí ikki kæruni á møti. 

Finalan spælast 21. november

Aganevndin vísir samstundis á, at ósamsvarið í verandi kappingarreglum fyri steypakappingina hjá kvinnum verður lúkað burtur beinanvegin. 

Sostatt er NSÍ víðari í hálvfinaluna í steypakappingini, har tær skulu spæla ímóti B36. Í hinari hálvfinaluni hittast KÍ og ÍVB. 

Hálvfinalurnar verða spældar á uttanveltaðum vølli komandi leygardag, og steypafinalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november, skrivar FSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097