Herða verkfallið á øllum trimum sjúkrahúsum

Herða verkfallið á øllum trimum sjúkrahúsum
Nú verða ambulatoriini á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi rakt
Mánamorgunin verða ambulatoriini á teimum trimum sjúkrahúsunum eisini rakt av verkfallinum
 
06.11.2020 - 11:18

Sjúkrarøktarfrøðingarnir herða verkfallið á øllum trimum sjúkrahúsum frá mánadegnum 9. november.

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur á heimasíðuni, at verkfallið hevur nú vart í nærum tríggjar vikur, men Fíggjarmálaráðið hevur ikki flutt seg ein tumma.

- Tí kenna vit okkum enn einaferð noydd til at herða verkfallið. Vit hava sum felag gjørt alt fyri, at verkfallið ikki skal gera støðuna á sjúkrahúsunum hættisliga, við at veita øll neyðug undantøk. Hóast hetta, vísir landsstýrið ongan vilja at fara undir veruligar samráðingar, sigur felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Mánamorgunin verður verkfallið víðkað til hesi øki á Landssjúkrahúsinum:

EEG ambulatorium
Húð ambulatorium
Skurð ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Kardiologisk ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Reumatologisk ambulatorium
Neurologisk ambulatorium
Skopieindini
 

Fyri sjúkrarøktarfrøðingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, ið arbeiða á:

Svøvn ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Almen kirurgisk ambulatorium
Ortopædisk ambulatorium
Urologisk ambulatorium

Fyri sjúkrarøktarfrøðingar á Suðuroyar sjúkrahúsi, ið arbeiða á:

Pínuklinikkini
Kardiologisku starvsstovuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423