Fáa nýggjari Pison í nýggja árinum

Fáa nýggjari Pison í nýggja árinum
Smápartafelagið Miðdalsenni hevur keypt frystilínuskip úr Noregi, sum fyrr var Vestfart
Tað verður eitt stórt framstig at fáa ein nýggjari Pison, sigur Eyðstein Sørensen, stjóri og skipari
 
06.11.2020 - 14:07

Smápartafelagið Miðdalsenni á Viðareiði, ið eigur línuskipið Pison, hevur keypt frystilínuskip úr Noregi, skrivari Norðlýsið.

Talan er um Nyvoll Senior, sum er bygdur í Vági í 1987. Tá kallaðist skipið Vestfart, og hevði heimstað á Eiði.

Pison hjá smápartafelagnum Miðdalsenni er bygdur i 1961. 

Eyðstein Sørensen, stjóri í felagnum og skipari á Pison, sigur við Norðlýsið, at skipið, sum nú er keypt, verður eitt stórt framstig, hóast tað er bygt í 1987, og gevur nógv betri møguleikar, serliga á fjarleiðum.

Tekur 250 tons

Nýggi Pison fer fyrst og fremst at royna undir Føroyum, á Flemish Cap og í grønlendskum sjógvi.  Hann tekur 250 tons, og 15 mans vera við skipinum.

Nýggi Pison kemur á føroyskar hendur 5. januar næsta ár.

Prísurin verður ikki upplýstur, skrivar Norðlýsið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815