Dømdur fyri at smugla flóttafólk

Dømdur fyri at smugla flóttafólk
Skiparin á einum báti, sum í fjør smuglaði flóttafólk úr Marokko til Kanariuoyggjarnar, er dømdur átta ára fongsul og skal rinda 160.000 kr. í bót
Flóttafólk koman javnan til Kanariuoyggjar. Hendan myndin er tikin í oktober í ár
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
08.11.2020 - 10:59

Ein kona og árs gamla barn hennara druknaðu.

Dómstólurin í Gran Canaria dømdi mannin fyri óviljað manndráp og fyri brotsverk móti útlendingum. Sambært dómsúrskurðinum hevði skiparin 30 fólk umborð á lítla bátinum, sum var 5,5 m. langur og 2,5 m. breiður. 

Ferðin úr Marokko til Kanariuoyggjarnar vardi í fimm dagar. Sambært The Guardian, skuldu ferðafólkini rinda túsund evrur fyri ferðina, tað svarar til 7.400 krónur. 

Báturin var í ringum standi og pláss var ikki fyri so nógvum fólkum umborð í nógvar dagar. Ferðafólkini høvdu heldur ikki hvør sín bjargingarvest.

Skiparin rýmdi

Í úrskurðinum verður sagt, at maðurin setti ferðafólkini í stóran vanda, tá hann stevndi út á hav. Tá tey nærkaðust landi, var báturin um at koppa, og nøkur ferðafólk duttu fyri borð. 

Skiparin leyp sjálvur á blámann og svam til lands, áðrenn báturin kom í havn í Kanariuoyggjunum.

Sambært upplýsingum frá altjóða felagsskapum, hava umleið 11.000 flóttafólk siglt vandamiklu farleiðina higartil í ár, nærum helvtin av teimum í hesum mánaðinum. Mett verður, at 400 fólk eru druknað á farleiðini, av teimum í minsta lagi 140 hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444