Fulltrúi i Fiskimálaráðnum forseti í NEAFC

Fulltrúi i Fiskimálaráðnum forseti í NEAFC
NEFAC umsitur fiskiskapin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum
Janet S. Nørregaard er fyrsti føroyingar, sum verður forseti í NEAFC
 
17.11.2020 - 11:38

Janet S. Nørregaard, fulltrúi í Fiskimálaráðnum, er vald til forseta í NEAFC. Hon tekur við á nýggjárinum.

Hon er fyrsti føroyingur, sum verður forseti í NEAFC. Og hon er eisini fyrsta kvinnan, sum er vald til forseta í NEAFC.

NEFAC umsitur fiskiskapin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

Ikki loyvt at fiska kongafisk

Nú er ikki loyvt at fiska kongafisk í Irmingarhavinum.

ICES hevur í nøkur ár mælt frá at fiska kongafisk í Irmingarhavinum, men Russland hevur ikki tikið undir við tí.

Men á ársfundinum hjá NEAFC, sum júst hevur verið, varð uppskot frá Føroyum, Grønlandi og Íslandi um ikki at loyva kongafiskafiskiskapi í 2021 samtykt.

Búrfiskur eisini bannaður

Og nú er eisini bannað at fiska búrfisk.

ES vil ikki hava hendan fiskiskapin, men higartil hevur ikki eydnast ES at fáa forboð, tí Føroyar við stuðli frá øðrum londum hava forðað fyri tí.

Men tað eydnaðist ikki í ár. Nú verður bannað at fiska búrfisk á altjóða sjógvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV