Landsstýrismaðurin ikki álit á Landsverki - verkætlanardeildin niðurløgd

Landsstýrismaðurin ikki álit á Landsverki - verkætlanardeildin niðurløgd
Byggiverkætlanir verða nú lagdar til aðalráðini, sum varða av játtanini á fíggjarlógini, fyri at tryggja greiðari ábyrgdarbýti, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Verkætlanardeildin á Landsverki verður niðurløgd í seinasta lagi 1. januar.
 
30.06.2026 - 12:50

Hóast leiðslan á Landsverki staðiliga hevur mælt frá, verður Verkætlanardeildin hjá stovninum niðurløgd 1. januar.

Landsstýrið hevur arbeitt við at broyta skipanina viðvíkjandi byggiverkætlanum, og avgjørdi á landsstýrisfundi í gjár at niðurleggja Verkætlanardeildina.

Les bræv frá Landsverki til Vinnumálaráðið her.

 


Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki. 

 

Í stuttum skrivi frá Pól Egholm aðalstjóra, til stjóran á LV, Marjuna Weihe Thomassen seinnapartin í gjár, verður boðað frá: 

"Sum eg nevndi í telefonini, hevur landsstýrið nú tikið endaliga avgerð um, at farið verður burtur frá eini skipan við miðsavnaðum byggiharraleikluti á Landsverki til eina skipan, har byggiverkætlanir, viðlíkahald, leigusáttmálar o.tíl. verða løgd til tey aðalráð, ið varða av játtanini á fíggjarlógini. Endamálið er at tryggja greiðari ábyrgdarbýti í sambandi við byggiverkætlanir og bygningsumsiting í síni heild.

Hetta merkir somuleiðis, at byggiumsitingin hjá Landsverki verður niðurløgd skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2027.

Tú verður tí biðin um at tryggja, at hendan umskipan fer fram so skjótt og smidliga sum gjørligt í tøttum samstarvi við tey aðalráð og stovnar, ið skulu røkja uppgávurnar frameftir."

Les 


Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. 

 

Ráðgevar skulu hava ábyrgdina

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at ábyrgdin fyri almennum verkætlanum skal liggja hjá tí stovni ella aðalráði, sum hevur játtanina á fíggjarlógini. Privatir ráðgevar skulu hava ábyrgdina gjøgnum alla verkætlanina, sigur hann.

Landsstýrismaðurin hevur ikki álit á Landsverki, tá tað snýr seg um byggiverkæltanir.

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum: 

 

30062026_Jacob_Vestergaard

 

Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki, hevur onga viðmerking í løtuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860