Kommunan skal útvega p-pláss á Karlamagnusarbreyt

Kommunan skal útvega p-pláss á Karlamagnusarbreyt
Kærunevndin í lendismálum hevur viðgjørt eina kæru um parkeringarviðurskiftini
Íbúðirnar skulu hava í minsta lagi eitt pláss fyri hvørjar 75 fermetrar, íbúðin er, sigur Kærunevndin í lendismálum
 
01.12.2020 - 10:43

Tórshavnar kommuna hevur fingið álagt at útvega fólki, sum býr við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, pláss til bilarnar.

Tað hevur Kærunevndin í lendismálum gjørt.

Nevndin hevur viðgjørt eina kæru um parkeringarviðurskifti.

Kærunevndin hevur álagt kommununi at vísa á felagsøki til bilar, sum serliga eru merkt til bara at umfata íbúðirnar, sum kæran var um.

Í minsta lagi eitt pláss

Íbúðirnar skulu hava í minsta lagi eitt pláss fyri hvørjar 75 fermetrar, íbúðin er.

Kærunevndin sigur, at tað er ikki í lagi, at kommunan ikki longu nú heilt nágreiniliga hevur avsett ítøkilig felagsøki til parkering fyri teir báðar íbúðarbygningarnar, kært er um.

Kærunevndin sigur, at byggingin í økinum verður sera tøtt.

Og har er sera nógv virksemi, so tað er serstakliga umráðandi, at parkeringarviðurskiftini á staðnum verða skipað á ein nøktandi hátt, sigur Kærunevndin í lendismálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439