Mannasmuglarar handtiknir í Italia

Mannasmuglarar handtiknir í Italia
Italienska løgreglan framdi í gjár atsókn móti einum kriminellum netverki, sum er undir illgruna fyri at hava smuglað migrantar til Evropa
 
06.12.2020 - 10:20

Italienska løgreglan framdi í gjár atsókn móti einum kriminellum netverki, sum er undir illgruna fyri at hava smuglað migrantar til Evropa. 19 fólk vórðu handtikin í atsóknini. 

Netverkið er undir illgruna fyri at hava hjálpt migrantum frá millum annað Afganistan, Iran, Irak og Pakistan at koma til Evropa við seglbáti.

Málið kannað í tvey ár

Netverkið skal eisini hava skipað fyri, so at migrantarnir vórðu smuglaðir víðari um markið úr Italia til Frakland í bilum.

Millum tey handtiknu eru fólk úr Irak, Afganistan, Kurdistan og Italia. Tey hava millum annað falsað skjøl, sum hjálptu migrantunum at søkja um uppihaldsloyvi í Evropa.

Løgreglan hevur kannað málið síðani 2018, eftir at 10 bátar komu til Italia úr Turkalandi og Grikkalandi, og ikki úr Libya, sum vanligt var, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096