Føroyska toskakvotan í Grønlandi hækkar 1.000 tons

Føroyska toskakvotan í Grønlandi hækkar 1.000 tons
Tilsamans kunnu føroysk skip næsta  ár fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi
Grønland og Føroyar hava gjørt nýggja fiskirættindaavtalu
 
08.12.2020 - 09:40

Føroyar og Grønland skrivaðu í gjár undir avtalu um fiskiveiðirættindi næsta ár.

Fiskimálaráðið sigur, at vísindaligu ráðgevingarnar fyri tveir av fiskastovnunum, norðhavssild og tosk í Suður- og Eysturgrønlandi,  eru bjartskygdar. Hesir fiskastovnar eru týðandi grundarlag undir fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Grønland.

Tað merkir, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi hækkar 1.000 tons, og grønlendska sildakvotan hækkar 3.300 tons og svartkjaftakvotan 1200 tons.

Royndarfiskiskapur

Harumframt kunnu føroysk skip sum nakað nýtt royndarfiska eftir toski og øðrum botnfiski og djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.

Tilsamans kunnu føroysk skip næsta  ár fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi. Føroysk skip kunnu eisini fiska 475 tons av brosmu og 325 tons av svartkalva, tað sama sum í ár.

Ein royndarkvota eftir 500 tonsum av krabba er eisini varðveitt.

Grønlendsk skip kunnu afturfyri fiska tilsamans 6.500 tons av norðhavssild og 14.700 tons av svartkjafti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572