Arbeiða enn við ætlan um radara á Sornfelli

Arbeiða enn við ætlan um radara á Sornfelli
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, sigur, at hon er til reiðar at kunna uttanlandsnevndina í løgtinginum um málið
Verjumálaráðharrin samskiftir javnan við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um ætlanina at seta hernaðarradara upp á Sornfelli
 
09.12.2020 - 14:35

Danmark ætlar at brúka hálva aðru milliard krónur til at styrkja donsku hjáveruna í Arktis og Norðuratlantshavi.

Við í ætlanini er møguleikin at seta ein nýggjan hernaðarradara upp á Sornfelli.

Tað sigur Trine  Bramsen, verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum hevur spurt um málið.

Verjumálaráðharrin sigur, at tað er umráðandi, at Føroyar og Danmark eru í tøttum samstarvi, og eru samd um at seta hernaðarradaran upp. 

Samskipanarbólkur settur

Ein samskipanarbólkur er settur á embætismannastigi við umboðum fyri føroyska landsstýrið, grønlendsku sjálvstýrismyndugleikarnar og danska verjumálaráðið.

Trine Bramsen sigur, at hon hevur beinleiðis og áhaldandi samskifti við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um málið.

Sjúrður Skaale spurdi, um verjumálaráðharrin er til reiðar at kunna uttanlandsnevndina í løgtinginum um málið.

Trine Bramsen svarar, at hon samskiftir við Jenis av Rana, og tað stendur til hansara, um aðrir føroyskir myndugleikar skulu dragast upp í málið, ella fáa innlit í tað.

Heldur landsstýrismaðurin tað vera hóskandi og gagnligt, er verjumálaráðharrin til reiðar at fara á fund við uttanlandsnevndina, sigur Trine Bramsen í svarinum til Sjúrð Skaale.

Eingin endalig støða er tikin, um hernaðarradari skal setast upp á Sornfelli. Men verður radarin settur upp, sleppa allar kappingarførar fyritøkur at bjóða seg fram til uppgávur hjá verjumálaráðnum, eisini føroyskar, sigur Trine Bramsen.

 

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, um hernaðarradara á Sornfelli
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985