EM-endaspælið avlýst

EM-endaspælið avlýst
Føroyska U17-landsliðið við gentum sleppur ikki at spæla EM-endaspæl í Føroyum í mai, tí UEFA hevur avlýst kappingina. Orsøkin er koronufarsóttin
U17-landsliðið skuldi annars royna seg móti teimum bestu
Mynd: Maria Ziskason Nesá/FSF  
 
17.12.2020 - 10:19

EM-endaspælið fyri U17-landslið við gentum, sum skuldi vera í Føroyum í mai, er avlýst.

Tað hevur UEFA avgjørt. Fótbóltssamgongan metir ikki, at tað er ráðiligt at hava kappingina, sum støðan við koronufarsóttini er í løtuni, skrivar fsf.fo.

 - Vit eru sjálvandi ótrúliga hørm um, at kappingin er avlýst. Genturnar hava vant rættuliga nógv og hart hetta seinasta árið, so tær kundu vera so væl fyrireikaðar sum tilber til kappingina, sigur Pætur Clementsen, tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya. 

 - Venjaratoymið og hópurin hava lagt ómetaliga nógva orku í hetta, og leikliga hevur liðið flutt seg rætta vegin. So tað er ræðuliga stórt spell, at tær nú ikki sleppa at royna seg móti teimum allar bestu hesaferð.

EM-endaspælið skuldi spælast frá 2. til 14. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221