Vil eisini vera landsstýrisformaður

Vil eisini vera landsstýrisformaður
Nýggi formaðurin í Siumut fer nú at tosa við flokkin um sessin sum landsstýrisformaður
Erik Jensen var valdur til nýggjan formann í Siumut herfyri. Nú ætlar hann eisini at fáa sessin sum landsstýrisformaður
 
07.01.2021 - 09:00

Nýggi formaðurin í Siumut, Erik Jensen, ætlar sær eisini at gerast landsstýrisformaður.

Tað sigur hann við KNR, grønlendska kringvarpið.

Erik Jensen býr í Sisimiut. Men mánadagin fer hann til Nuuk. Tá ætlar hann tosa við flokkin hjá sær um sessin sum landsstýrisformaður.

Erik Jensen varð valdur til formann í Siumut síðst í november í fjør.

Kim Kielsen, verandi formaður, stillaði upp, men tapti formansvalið. Kim Kielsen er tó framvegis landsstýrisformaður.

Ov høgravend

Erik Jensen helt eisini, tá formansvalið var, at landsstýrissamgongan í Grønlandi var vorðin ov høgravend.

Men hann er tó sinnaður at halda fram við samgongusamstarvinum, sigur hann nú.

Hann sigur, at hann hevur onga avtalu gjørt um at tosa við andstøðuflokkarnar. 

Erik Jensen sigur við KNR, at hann vil ikki hava val so leingi, korona herjar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885