Stórur tørvur á arbeiðsmegi í Grønlandi

Stórur tørvur á arbeiðsmegi í Grønlandi
Størsti tørvurin er í byggivinnuni og tænastu- og flutningsvinnuni
Tað er serliga í byggivinnuni, at tørvur er á fólki
Mynd: Sermitsiaq  
 
07.01.2021 - 15:57

Grønland hevur tørv á arbeiðsmegi, serliga í byggivinnuni, men eisini í tænastu- og flutningsvinnuni, ferðavinnuni og gistingarhús- og matstovuvinnuni.

Tað skrivar Sermitsiaq í dag.

Tað er Grønlands Erhverv, sum hevur gjørt eina kanning av grønlendska arbeiðsmarknaðinum. Grønlands Erhverv er tað sama sum Vinnuhúsið er í Føroyum.

568 starvsfólk

Kanningin vísir, at tørvur er á 568 starvsfólkum. Tað er nakað minni enn í eini samsvarandi kanning frá 2018, tá talið var 977. Minkingin hevur allarhelst samband við koronufarsóttina, verður sagt í niðurstøðuni í kanningini.

Men kanningin vísir eisini, at serliga tvær vinnugreinar hava nógv størri tørv á arbeiðsmegi nú enn í 2018. Tað eru bólkarnir "bygningshandverkarar" og "tænasta og flutningur". 

Annars vísir kanningin eisini, at grønlendskar fyritøkur sóknast eftir eini betri útbúnari grønlendskari arbeiðsmegi umframt smidligari atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065