Eitt ævintýr, sum eg ikki kundi siga nei til

Eitt ævintýr, sum eg ikki kundi siga nei til
Nýggi HB-venjarin, Jonas Dal Andersen, ivast ikki í, at starvið er hitt rætta fyri seg. Hann ætlar ikki at kollvelta, men at leggja afturat
Nýggi venjarin hjá greipuvinnarunum hevur nógv at liva upp til
Mynd: hb.fo  
 
10.01.2021 - 16:01

Jonas Dal Andersen hevur ongantíð verið venjari uttanfyri Danmark, men tá tilboðið kom úr HB, kundi hann ikki siga nei.

 - Mær hevur altíð dámt væl Føroyar, og havi verið her fleiri ferðir. Tá hesin møguleikin brádliga kom, var eg ikki í iva í at hetta var rætta avbjóðingin fyri meg, sigur nýggi venjarin við hb.fo

 - Harumframt helt familjan at tað kundi verið spennandi at roynt eitt slíkt ævintýr. So tað er nógv sum talaði fyri, tá hesin møguleikin kom. 

HB vann bæði meistaraheitið og steypakappingina í fjør, og skal royna seg í Champions League í ár. Júst hesin møguleikin dróg eisini í danan.

 - Eg gleði meg eisini at sleppa út í evropa at royna meg.

Eingin kollvelting

Fráfarandi venjarin, Jens Berthel Askou, menti í fjør ein ágangandi og áleypandi spælistíl við trýsti langt frammi á vøllinum. Tí ætlar Jonas Dal Andersen ikki at sleppa.

 - Eg fari at halda fram við sama leisti, og fari ikki at kollvelta nakað. Sjálvandi fari eg at gera nakrar taktiskar tillagingar og fari at hyggja eftir, hvar vit kunnu gerast enn betri, sigur nýggi HB-venjarin við heimasíðuna hjá HB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881