Ætlar at skipa fyri sínum egna hátíðarhaldi

Ætlar at skipa fyri sínum egna hátíðarhaldi
Donald Trump hevur sent innbjóðing til eitt serligt fráfaringarhald, men herurin ikki fegin um at heiðra fráfarandi forsetan
Donald Trump verður ikki við á hátíðarhaldinum fyri nýggja forsetanum, Joe Biden. Trump fer í staðin at skipa fyri sínum egna fráfaringarhaldi
 
19.01.2021 - 13:23

Fráfarandi amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at halda sítt egna fráfaringarhald í morgin fýra tímar fyri, at Joe Biden verður tikin í eið sum nýggjur forseti.

Vanligt er, at fráfarandi forsetin í USA er við í hátíðarhaldinum, tá nýggjur forseti verður tikin í eið. Men Donald Trump hevur boðað frá, at hann verður ikki við til hátíðarhaldið fyri Joe Biden.

Í staðin hevur hann nú sent innbjóðingar til eitt serligt fráfaringarhald, sum skal vera fýra tímar fyri, at nýggi forsetin tekur við.

Donald Trump hevur sambært altjóða miðlum bjóðað útvaldum starvsfólkum og stuðlum á hernaðarflogstøðina, Joint Base Andrews, beint uttan fyri Washington. Har skal vera hátíðarhald, áðrenn fráfarandi forsetin fer umborð á Air Force One, sum skal flúgva hann til Florida, har hann ætlar sær at vera eina tíð.

Herurin vil ikki

Keldur vilja vera við, at Donald Tump ætlar sær, at fráfaringarhaldið skal hava hernaðarligan dám. Men herurin er ikki fegin um at skula heiðra fráfarandi forsetan. Tíðarritið, Defense One, skrivar, at talan verður ikki um eina hernaðarliga fráfaringarskrúðgongu við fullari heiðursheilsan, sum annars hevur verið siðvenja, síðani Ronald Regan fór frá sum forseti.

Viðurskiftini millum hernaðarleiðsluna í Pentagon og fráfarandi forsetan eru ikki góð, og tí vil Pentagon ikki vísa fráfarandi forsetanum ov stóran heiður, veit tíðarritið at siga.

Flogferðin frá Joint Base Andrews til Florida verður hansara seinasta við Air Force One. Hann hevur ræðið á flogfarinum til á middegi í morgin Washington-tíð. Var klokkan farin um middag, hevði hann verið noyddur at biðið Joe Biden um loyvi at nýta flogfarið.

Senda bæði í útvarpi og sjónvarpi

Joe Biden verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í morgin klokkan fimm seinnapartin okkara tíð. Bæði útvarpið og sjónvarpið senda frá hátíðarhaldinum. Í útvarpinum fer breddin frá klokkan FIMM at viðgera innsetanina og amerikanskan politikk og í Sjónvarpinum verður Dagur og Vika á skránni klokkan HÁLVGUM FIMM, har gestir fara at umrøða støðuna í USA og sent verður beinleiðis frá hátíðarhaldinum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410