Taka undir við at byggja sambýli á Mýrini

Taka undir við at byggja sambýli á Mýrini
Fíggjarnevndin sigur, at hon enn einaferð hevur fingið at vita, at bíðilistin er langur eftir búplássi til menningartarnað í Havn
Soleiðis fer Sambýlið á Mýrini í Hoyvík at síggja út
Mynd: Landsverk  
 
20.01.2021 - 09:48

Øll í Fíggjarnevndini taka undir við, at eitt sambýli verður bygt á Mýrini í Hoyvík.

Nevndin sigur, at raksturin hjá sambýlinum fer at kosta góðar 9,6 mió. kr. netto.

Fíggjarnevndin sigur, at hon enn einaferð hevur fingið at vita, at bíðilistin er langur eftir búplássi til menningartarnað í Havn. 

Tí er átrokandi at fáa útvegað fleiri bústaðir til menningartarnað so skjótt sum tilber, sigur nevndin.

Á Mýrini verður pláss verður 18 fólkum.

Jørðarbeiðið á Mýrini í Hoyvík er boðið út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815