KÍ, HSF ella Kurvabóltssambandið fær viðurkenning

KÍ, HSF ella Kurvabóltssambandið fær viðurkenning
KÍ, Hondbóltssamband Føroya og Kurvabóltssamband Føroya eru í uppskoti til ítróttafelagsskapin 2020, sum ÍSF letur á ítróttafagnaðinum 13. februar
Hondbóltssambandið, Kurvabóltssambandið og KÍ eru í uppskoti
Mynd: ÍSF  
 
02.02.2021 - 14:55

KÍ, Hondbóltssamband Føroya og Kurvabóltssamband Føroya eru í uppskoti til heiðurin sum ítróttafelagskapurin 2020, sum verður latin á ítróttafagnaðinum hjá Ítróttarsambandinum 13. februar.

Hesin heiður verður latin feløgum ella sambondum, sum gera eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði, skrivar ÍSF.

Í grundgevingunum verður sagt um KÍ, at 'professionalisma eyðkennir felagið, bæði tá talan er um venjarar, leikarar og umstøðurnar sum heild.' 

Um Hondbóltssambandið verður sagt, at 'HSF torir at droyma stórt og seta sær framsøkin mál.' 

Um Kurvabóltssambandið, sum var stovnað sum menningarsamband fyri nøkrum árum síðan, verður skrivað í grundgevingunum, at 'sambandið hevur síðan tá verið eitt sera virkið samband, sum støðugt hevur arbeitt við at menna og økja áhugan fyri kurvabólti í Føroyum.'

Umframt sjálvan heiðurin fær ítróttafelagsskapurin 2020 eina peningaupphædd upp á 15.000 krónur. Ítróttafagnaðurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.
 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037