Lendisrenning: Sarah og Bjarki eru føroyameistarar

Lendisrenning: Sarah og Bjarki eru føroyameistarar
Tveir nýggir føroyameistarar í lendisrenning vórðu funnir leygardagin. Sarah Vallin og Bjarki Johannesen runnu seg til FM fyri fyrstu ferð
08.02.2021 - 13:25

Bjarki Johannesen úr Roysni og Sarah Vallin úr Bragdinum vunnu um vikuskiftið FM-heitið í lendisrenning.

Bjarki Johannesen, sum hevur runnið væl í vetur, kappaðist við Peter Jensen úr Bragdinum.

Mundi koppa Bjarka

Í 4. umfari av vetrarkappingini, sum var í Vágum, var um reppið, at Peter Jensen koppaði Bjarka Johannesen, men soleiðis varð ikki hesa ferð.

Bjarki Johannesen (29.50.4) vann trygt ein minutt og níggju sekund frammanfyri Peter Jensen. Helgi Winther Olsen fekk triðja plássið.

– Eg ætlaði ikki, at tað skuldi verða so javnt sum seinast, so eg vildi leggja eitt javnt hægri tempo allan vegin og so síggja, hvussu tað gekk, og tað eydnaðist so, segði nýklækti FM-vinnarin.

Sarah vann - Rebekka var ikki við

Rebekka Fuglø, sum hevði vunnið allar vetrarkappingarnar undan lendisrenningini, var ikki við leygardagin. Kappingin stóð ímillum Saruh Vallin og FM-vinnaran frá í fjør, Mariu Biskopstø.

Ta kappingina vann Sarah Vallin (34.19.4) og Maria Biskopstø mátti taka til takkar við 2. plássi hesa ferð. Ann-Mari av Skarði fekk triðja plássið.

– Vit manglaðu Rebekku. Tað var spell, at hon ikki var við, men eg hopi, at eg hevði vunnið óansæð, segði Sarah Vallin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809