Stórt vinningsbýti, ognin minkar og skuldin veksur

Stórt vinningsbýti, ognin minkar og skuldin veksur
Magn ætlar at rinda 93 mió. kr. í vinningsbýti, men samstundis minkar eginognin 61 mió., og langfreistaða skuldin veksur 60 mió. kr.
Magn ætlar at rinda 93 mió. kr. í vinningsbýti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2021 - 14:03

Tað stendur til móðurfelagið at gera av, hvussu felagið fíggjar sítt virksemi. Men einki verður gjørt, sum ikki er ráðiligt.

Tað sigur nevndarformaðurin í Magn, Jens Meinhard Rasmussen.

Skeljungur í Íslandi eigur allan partapeningin í Magn.

Magn fer at rinda 93 milliónir kr. í vinningsbýti, samstundis sum eginognin hjá felagnum minkar 61 milliónir kr. og langfreistaða skuldin veksur 60 milliónir, skrivar in.fo í dag. 

Móðurfelagið ger av

Jens Meinhard Rasmussen vil ikki siga, hví hetta verður hildið at vera eitt gott hugskot, nú Magn fer undir eina umfatandi verkætlan saman við Pensjónsfelagnum Lív at seta vindmyllur upp.

Men verður tað gjørt, so er tað tí, at tað verður hildið at vera eitt gott hugskot, sigur Jens Meinhard Rasmussen. Hann vísir á, at tað er móðurfelagið, sum eigur avgerðina.

Sambært roknskapinum hjá Magn hækkaðu útreiðslurnar til leiðsluna í fjør úr 3,3 milliónum upp í 5,5 milliónir kr.

Ætlaðu at selja Magn

Herfyri frættist, at íslendska móðurfelagið ætlar at selja Magn burtur úr samtakinum, men einki er sagt alment um hesar ætlanir.

Ársaðalfundur verður í Skeljungi fyrst í mars.

Tveir føroyingar vóru í nevndini í Skeljungi til í fjør, tá Jens Meinhard Rasmussen og Ata Maria Bærentsen, fóru úr nevndini.

Umframt Magn, rekur Skeljungur eisini fyritøkuna Demich í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290