Bretska kongshúsið í kreppu

Bretska kongshúsið í kreppu
Talan er um ringastu kreppuna í bretska kongshúsinum í 85 ár, siga miðlar í Stóra Bretlandi
Ein avís, sum er farin í vindinum eftir at hon er løgd uttan fyri Buckingham Palace í London, í gjár, mánadagin 8. mars
Mynd: AP  
 
09.03.2021 - 07:18

Tað eru bretsku bløðini samd um, eftir at ein samrøða við Prins Harry og hertugafrú Meghan Markle varð almannakunngjørd sunnudagin.

Í samrøðuni tosa tey um rasismu, sjálvmorðstankar og at kongaliga framiljan er í upploysn. Øll tey bretsku bløðini umrøða samrøðuna á forsíðuni, og øll hava gjørt sína niðurstøðu.

Daily Mirror skrivar um ringastu kreppuna í bretska kongshúsinum í 85 ár, sum ikki merkir so lítið, tá talan er um kongshúsið. Blaðið spyr, hvat tey bæði ungu hava gjørt.

Bíða eftir viðmerkingum frá kongshúsinum

The Independent, The Guardian og The Times, skriva, at kongshúsið er linkað í kongunum, eftir at Harry og Meghan settu fram skuldsetingar um rasismu.

Í samrøðuni greiddi Meghan Markle frá, at fleiri limir í kongshúsinum høvdu sagt seg vera illa til passar av at barn teirra fór at vera myrkt í húðini.

Bretar eru sum heild ikki samdir í tí sum Harry og Meghan greiddu frá, og fleiri seta spurningin, hvat endamál samrøðan hevði.

Niðurstøðan millum bretar tykist vera, at samrøðan var ógrundað, skrivar DR. Tey flestu siga seg bíða eftir, at kongshúsið fer at gera viðmerkingar til samrøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096