Samanlegging skal tryggja burðardygga flogvinnu

Samanlegging skal tryggja burðardygga flogvinnu
Íslendsku flogfeløgini Icelandair og Air Iceland Connect verða í dag løgd saman
 
16.03.2021 - 06:36

Í dag verða íslendsku flogfeløgini Icelandair og Air Iceland Connect løgd saman. Samanleggingin hevur verið fyrireikað í fleiri mánaðir. Í einum tíðindaskrivi siga feløgini, at:

"Endamálið við samanleggingini flogfeløgunum er at tryggja eina burðardygga framtíð fyri íslendsku innanríkisruturnar umframt ruturnar í útnorði, og samstundis at styrkja og rationalisera raksturin hjá felagnum sum heild."

Hava flogið til Føroya

Air Iceland Connect æt fyrr Flugfélag Íslands og tók sær av íslendsku innanríkisrutunum umframt Grønlandi og Føroyum. 

Í 2017 skifti felagið navn til Air Iceland Connect, og undir tí navninum hevur felagið røkt flogrutur til Akureyri, Egilsstaðir, Ísafjørð, Keflavík og Reykjavík umframt til Kulusuk, Nuuk, Ilulisaat og Narsarsuaq í Grønlandi.

Tær ruturnar skal Icelandair nú røkja. Air Iceland Connect hevur eisini havt eina sonevnda code-share avtalu við Atlantsflog.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167