Forsætisráðharrin vann valið

Forsætisráðharrin vann valið
Flokkurin hjá Mark Rutte, forsætisráðharra í Hollandi, fekk 23 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár
Mark Rutte hevur verið forsætisráðharri í Hollandi í 10 ár, og líkt er til, at hann heldur fram sum stjórnarleiðari eftir valið í gjár
 
18.03.2021 - 08:45

Forsætisráðharrin í Hollandi, Mark Rutte, hevur lýst seg sjálvan vinnara eftir valið til lóggávutingið í Hollandi, sum endaði í gjár.

Flokkurin hjá Rutte verður sambært fyribils uppteljingum størsti flokkurin á valinum, skrivar tíðindastovan, AFP.

Flokkurin "Frælsi og fólkaræði" fær umleið 23 prosent av atkvøðunum, og fer úr 33 upp í 35 tingfólk, vísa uppteljingar hjá sjónvarpsstøðuni, NOS.

Mark Rutte hevur verið forsætisráðharri í Hollandi seinastu 10 árini, og hann stendur nú á odda fyri eini starvsstjórn, tí stjórnin fór frá í januar.

25.000 familjur skuldsettar fyri svik

Tað hendi eftir eina gølu um barnapengar, tá 25.000 familjur av órøttum vórðu skuldsettar fyri svik. Men líkt er ikki til, at gølan hevur kostað Mark Rutte atkvøður.

Forsætisráðharrin segði í gjárkvøldið, at hann gleðir seg til tey næstu árini, har størsta uppgávan verður at endurbyggja landið eftir koronukreppuna.

Vanliga er valið í Hollandi bara ein dag, men korona gjørdi, hesa ferð høvdu valhølini opið í tríggjar dagar.

Valluttøkan var 81 prosent, ljóðar ein fyribils meting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398