900 mió. kr. til burðardygga fiskiveiðu

900 mió. kr. til burðardygga fiskiveiðu
Danmark fær 917 milliónir kr úr evropeiskum grunni í trý ár
Rasmus Prehn, fiskimálaráðharri, fegnast um semjuna í fólkatinginum. Hann sigur, at peningurin fer at beina Danmark á grønari kós
 
18.03.2021 - 11:16

Allir flokkar í fólkatinginum eru samdir um, hvussu 917 milliónir úr evropeiska hav-, fiskarí- og aligrunninum, EHFAF, fyri árini 2021 - 2023, skulu brúkast.

Tað upplýsir Matvørumálaráðið í einum tíðindaskrivi í dag, skrivar Ritzau.

Næstan helmingurin av peninginum - umleið 437 milliónir krónur - skulu brúkast til grøn átøk og til at gera fiskivinnuna burðardyggari.

Fegin um semjuna

- Eg eri fegin um breiðu semjuna í Fólkatinginum, sum beinir okkum á eina grønari kós, sigur fiskimálaráðharrin, Rasmus Prehn.

Játtaði peningurin kann vera við til at menna grøna tøkni, nýggjan veiðihátt og nýggjan fiskireiðskap, so sleppast kann undan ov nógvari hjáveiðu.

Avtalan skal eisini tryggja átøk, sum hava til endamáls at fáa hendur á fiskireiðskapi, sum er mistur ella "gloymdur" í sjónum.

Peningur verður eisini settur av til at stuðla og menna fiskiskapi nær landi, og harumframt skal peningur eisini setast av til sølufremjani átøk.

Ikki býttir rætt

Tað eru tó ikki øll, sum fegnast um ætlanina. Danmarks Fiskeriforening heldur ikki, at pengarnir, verða býttir rætt.

- Vit høvdu verið fegin, um peningurin, sum verður settur av til grønu umstillingina, eisini kemur skipunum, sum nú fiska, til góðar, sigur Svend-Erik Andersen, formaður í felagnum.

Hann vísir á, at næstan 200 milliónir verða brúktar til eitt nú tekniska hjálp.

Harafturat fáa kommunurnar í Danmark 180 milliónir, ið skulu brúkast til hjálpa upp á vatnviðurskifti, so bøtast kann um leiðir og gýtingarpláss hjá fiskinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952