Jarðhiti hitar ráðhúsið

Jarðhiti hitar ráðhúsið
300 metrar djúp jarðhol hita nú umsitingarbygningin hjá høvuðsstaðarkommununi
 
03.04.2021 - 10:04

Hiti, ið fæst upp úr trimum 300 metrar djúpum holum, hitar nú ráðhúsið hjá høvuðsstaðarkommununi á Vaglinum í Havn.

Fyrradagin varð jarðhitin tendraður, og ein jarðhitapumpa hitar nú allan tann stóra bygningin hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum og brúksvatnið.

Útlátið minkar 50-75 prosent

Við jarðhitanum er metta elnýtslan 40-50.000 kilowatttímar um árið, og CO2-útlátið fer at minka við 50 - 75 prosentum, væntar kommunan.

Bara í fjør brúkti høvuðsstaðarkommunan 15.119 litrar av olju til at hita Ráðhúsið á Vaglinum við.

Umleggingin er partur av einum orkuátaki hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur til endamáls at leggja kommunalar bygningar um til grønar orkukeldur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809