Talv: Umdystur um FM-heitið

Talv: Umdystur um FM-heitið
Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag endaðu javnir á fyrsta plássi í FM-kappingini um páskirnar
Savnsmynd
 
03.04.2021 - 15:26

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag telva umdyst um FM-heitið í talvi klokkan 14 í dag.

Telvað verða fyrst tvey kviktalv - tá hava telvararnir á leið hálvan tíma í part til talvið. Endar umdysturin 1-1, verða tvey snartalv telvað. Tá hava telvararnir bara tríggjar minuttir í part. Stendur framvegis á jøvnum eftir snarkappingina verður dysturin avgjørdur í sonevndum Armageddon-talvi.

Í unglingabólkinum verður eisini umdystur um FM-heitið í dag. Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag og Brestir Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag gjørdust javnir á fyrsta plássi, og telva tí umdyst hvør móti øðrum í dag.

Høgni Egilstoft Nielsen vann FM-heitið í fjør eftir umdyst móti Luitjen Akselsson Apol.

Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á heimasíðuni hjá Talvsambandinum, tá umdystirnir um FM-heitið verða seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595