Høgni føroyameistari aftur í ár

Høgni føroyameistari aftur í ár
Hann vann á Martini Poulsen í gjár
Høgni Egilstoft Nielsen.
 
04.04.2021 - 10:08

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag bleiv í gjár føroyameistari í talvi, eftir at hann vann FM-dystin móti Martini Poulsen úr Havnar Telvingarfelag.

Úrslitið bleiv 2,5 - 1,5 til Høgna Egilstoft Nielsen, sum harvið vardi føroyameistaraheitið, sum hann eisini vann í fjør.

Hjá unglingunum bleiv Brestir Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag føroyameistari eftir umdyst móti Róki Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag.

Telvað varð á Skúlatrøð í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595