Nógvir sóltímar í 2020

Nógvir sóltímar í 2020
Bara eitt ár í hesari øldini hevur sólin skinið í fleiri tímar enn í fjør
 
12.04.2021 - 06:45

Í fjør skein sólin 1.092 tímar í Havn. Tað eru stívliga hálvthundrað fleiri tímar enn í 2019, tá sóltímarnir vóru 1.040.

Bara eitt ár í hesari øldini hevur sólin skinið í fleiri tímar enn í fjør. Tað var í 2009, tá sóltímarnir í Havn vóru 1.139. Tølini eru á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Regnaði mest í 2011

Avfallið í Havn í fjør var 1.288 millimetrar. Tað var 1.314 millimetrar í 2019. Nógv mest avfall í hesari øldini var í 2011. Tá var avfallið í Havn 2.259 millimetrar.

Í fjør var frost í 33 dagar og í 39 dagar í 2019. Mesta frostið í hesari øldini var í 2010, tá frysti 67 dagar í Havn.   

Miðalhitin í Havn í fjør var 7,2 stig. Mesti hitin var 16,4 stig, tann minsti minus 3,6 stig. Mesti hiti í hesari øldini var í 2004, tá 20 stig vóru máld. Kaldast var í 2001, tá vóru minus 8,8 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083