Nýggja málið klárt til KÍ ímóti NSÍ

Nýggja málið klárt til KÍ ímóti NSÍ
Nýtt mál er sett upp við Djúpumýru, og sostatt er klárt til útsetta dystin millum KÍ og NSÍ í 1. umfari í steypakappingini
Nú er klárt hjá Jákupi B. Andreasen og liðfeløgunum at taka imóti NSÍ
 
20.04.2021 - 15:35

Fótbóltsmálið við tí nógv umtalaðu buklaðu stongini er skift út í fyrrapartin, og dysturin í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið millum KÍ og NSÍ kann sostatt spælast.

Oddaliðið í landskappingini, KÍ, hevur fult stigatal, og trý av teimum stigunum vórðu vunnin í sigri á NSÍ í 2. umfari. Tí meta flestu viðmerkjarar, at klaksvíkingar eru favorittar við Djúpumýru í kvøld.

Lutakast til steypakappingina var í ítróttarsendingini, 3-2, í gjárkvøldið, og har gjørdist greitt, at vinnarin av dystinum í kvøld skal hitta 07 Vestur á heimavølli í fjórðingsfinalunum.

Í hinum trimum fjórðingsfinalunum spæla B71 og HB, EB/Streymur og B36 og ÍF og Víkingur.

Dysturin við Djúpumýru í kvøld byrjar klokkan 19.00, og Kringvarpið sigur frá dystinum í útvarpinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303