Føroyameistaraheitið stendur upp á spæl

Føroyameistaraheitið stendur upp á spæl
VÍF og StÍF kunnu vinna meistaraheitið, tá tey spæla ímóti ávíkavist H71 og Neistanum í fjórðu FM-finalunum í kvøld
StÍF kann vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti í høllini á Skála í kvøld
 
21.04.2021 - 12:22

Í kvøld kann FM-heitið í hondbólti hjá bæði kvinnum og monnum verða avgjørt. 

Menninir hjá VÍF skulu á vitjan hjá H71 í Hoyvík. Seinast liðini spældu har var í aðru FM-finaluni, tá H71 vann eftir longda leiktíð og brotskastskapping. Hinar báðar finalurnar, sum eru spældar í Vestmanna, hava vestmenningar vunnið, og vinna teir aftur í kvøld, er VÍF føroyameistari fyri fyrstu ferð síðan 2016.

Á vestara armi á Skálafirði er spenningurin stórur. Kvinnurnar hjá StÍF taka ímóti Neistanum í høllini á Skála, har tær við sigri kunnu vinna sítt fyrsta FM-heiti (Skála vann FM í 1991 og 1993). Leygardagin vann StÍF sannførandi stórsigur - 20-27 - í høllini á Hálsi, men í aðru finaluni vann Neistin við einum máli á Skála.

Dysturin millum StÍF og Neistan byrjar klokkan 18:00, og H71 og VIF spæla klokkan 20:00. Kringvarpið vísir báðar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928