Brasil minkar játtanina til veðurlagsátøk

Brasil minkar játtanina til veðurlagsátøk
Brasilski forsetin hevur skrivað undir uppskot til fíggjarlóg, sum er ógvuslig niðurskjering av játtanini til veðurlagsátøk
 
25.04.2021 - 12:06

Longu dagin eftir veðurlagstoppfundin, sum amerikanski forsetin, Joe Biden, skipaði fyri, hevur brasilski forsetin gjørt av at skerja útreiðslurnar til veðurlagsátøk, skrivar Reuters.

Bolsonaro lovaði annars á fundinum, at Brasil fór at økja um játtina til veðurlagsátøk. Nú hevur hann skrivað undir uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, og talan er um ógvusliuga skerjing av játtanini til veðurlagsátøk.

Í fjør var játtanin 3,5 milliardir krónur, men hon verður bara tríggjar milliardir krónur næsta ár. Boðini frá Bolsonaro á veðurlagstoppfundinum, sum var hósdagin og fríggjadagin, vóru kortini greið, og at talan fór at vera um eina stóra broyting.

Men veðurlagsserfrøðingar mæltu til at bíða eftir avgerðini hjá Bolsonaro, sum nú vísir seg at vera ímóti tí sum hann lovaði fríggjdagin. Í fjør vóru vórðu trøini í 1,7 milliónum hektarum feld í Amazonas, ein vøkstur uppá 25 prosent í mun til árið fyri, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870