Ørkin fekk koronustuðul

bannari
Ørkin fekk koronustuðul
Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík fær koronustuðul úr landskassanum. Tað gjørdi løgtingið av í gjár
 
30.04.2021 - 09:43

Ørkin er eitt hotel, sum føroyskt stovnaður hjálpargrunnur rekur í Reykjavík. Endamálið við Ørkini er millum annað at vera eitt andaligt og sosialt heim fyri føroyingar, sum búgva í Íslandi, fyri lesandi, sjómenn og fólk, sum koma til Reykjavíkar í sjúkraørindum.

Ørkin er eisini karmur um fundarvirksemi hjá Føroyingafelagnum í Reykjavík og fyri skúla í føroyskum fyri børn í Reykjavík.

Sambært vinnunevndini hjá løgtinginum, sum viðgjørdi hjálparpakkan til ferðavinnuna, so vóru útlit til, at Ørkin datt niðurímillum hjálparpakkarnar bæði í Íslandi og í Føroyum, og tí varð mælt til at taka Ørkina við í Føroyska hjálparpakkan.

Hesum tók fíggjarnevndin undir við, og mælti løgtinginum til at játta 400 túsund krónur til sjómansheimið í Reykjavík. Og tað samtykti løgtingið áðrenn tað fór til hús í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262