Nýggj tøkni í dart

Nýggj tøkni í dart
Telduskipanin, 'Dart Connect' sum Dartsambandið hevur útvegað sær, hevur broytt nógv rundan um dartkappingarnar, sum eru í Føroyum
17.05.2021 - 17:44

Tey skulu enn kasta pílarnar sjálvi.

Men í aðrar mátar er nógv broytt í føroyskum darti, eftir at Dartsamband Føroya hevur útvegað sær telduskipanina, 'Dart Connect'.

Nú sleppa spælararnir, sum vanliga ikki bara hava kastað, men eisini minusa og falda, frá at rokna alt út í høvdinum. Í staðin verða stigini skriva inn á ein teldil, sum hongur við síðuna av skivuni, og so sigur skipanin frá, hvat restar í fyri at koma niður á null.

Nú ber til at fylgja við hvørjum spæli á netinum, so hvørt sum spælt verður, eins og tað verður gjørt í til dømis talvi.

Eisini kunnu fáa spælararnir atgongd til hagtøl - bæði hjá sær sjálvum og øðrum spælarum - og so ber til at greina spælið og tillaga venjing, spælistíl og taktikk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327