Upplagið hjá bløðunum minkar

Upplagið hjá bløðunum minkar
Sosialurin, Dimmalætting og Norðlýsið komu út í 11.900 eintøkum í fjør
Tey trý bløðini komu út í 11.900 eintøkum í fjør. Í 2006 komu sjey bløð, og tá var samlaða upplagið 50.700
 
27.05.2021 - 09:21

Upplagið hjá teimum trimum tíðindabløðunum, sum komu út í Føroyum í fjør, var 11.900.

Upplagið hjá Sosialinum var 6.100, hjá Dimmalætting 3.000, og hjá Norðlýsinum var upplagið 2.800, upplýsir Hagstovan.

Í 2019 var upplagið 12.300.

Men upplagið hevur verið minni enn í fjør. Í 2013 var tað 10.500.

Bløðini í Føroyum hava havt betri tíðir.

Í 2006 var upplagið 50.700. Tá vóru bløðini sjey í tali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328