Einki samskifti um Føroyingahavnina

Einki samskifti um Føroyingahavnina
Grønlendska ferðavinnan mælir til at varðveita bygningarnar, tí teir draga ferðafólk til sín
Leivdirnar av Føroyingahavnini eru áhugaverdir hjá grønlendsku ferðavinnuni, sum vil varðveita teir
 
08.06.2021 - 15:24

Framtíðin hjá Føroyingahavnini í Grønlandi er framvegis óviss. 

Lítið og onki samskifti hevur verið millum landsstýrið og grønlendingar um, hvat skal gerast við leivdirnar í  Føroyingahavnini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tey, sum starvast í ferðavinnuni í Grønlandi, mæla nú til at varðveita bygningarnar, tí teir kunnu draga ferðafólk til sín, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at sær dámar væl hugskotið um at varðveita bygningarnar, men einki samskifti hevur verið við grønlendskar myndugleikar um málið.

23-40 mió. at rudda Føroyingahavnina

Grønlendingar hava fleiri ferðir heitt á føroyingar um at rudda økið í Føroyingahavnini.  

Landsverk og Tjóðsavnið gjørdu í 2018 eitt tilmæli um uppruddingararbeiðið.

Niðurstøðan í frágreiðingini var, at rættast er at taka allar bygningarnar niður og beina teir burtur. Kostnaðurin varð í 2018 mettur at vera millum 23 og 40 milliónir kr.

Í Sermitsiaq mæla grønlendsku ferðavinnufyritøkurnar til, at í staðin fyri at taka bygningar niður, so skulu teir tryggjast, so tað verður lættari og tryggari at vera í økinum. Og samstundis ber til at varðveita plássið, sum hevur eina drúgva søgu.

Í 2018 varð mett, at tað fer kosta millum 23 og 40 milliónir kr. at taka bygningarnar í Føroyingahavnini niður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938