Nýtt graslíki á Tórsvøll

Nýtt graslíki á Tórsvøll
Arbeiðið tekur umleið seks vikur
Mynd: Fótbóltssambandið  
 
12.06.2021 - 10:34

Nú verður nýtt graslíki lagt á tjóðarleikvøllin Tórsvøll.

Mánakvøldið vann manslandsliðið 5-1 á Liktinstein, og tað var seinasti dystur á gamla graslíkinum.

Aðalskrivarin Virgar Hvidbro sigur við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, at vøllurin er slitin, og nýggja undirlagið verður tikið í nýtslu til landsdystirnar í september.

Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt um seks vikur.

 

Polytan

Graslíkið er av merkinum Polytan, og skal góðkennast undan landsdystunum í september.

Fótbóltssambandið og Tórshavnar kommuna samstarva um ætlanina.

Stoytdoyvingarundirlagið undir sjálvum graslíkinum verður eisini skift.

Og sprinklaraanleggið kring vøllin verður eisini dagført.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358