Kappróðurin á sundalagsstevnuni avlýstur

Kappróðurin á sundalagsstevnuni avlýstur
Eingin kappróður verður á sundalagsstevnuni um vikuskiftið. Orsøkin er, at tvíkiljurnar hjá Bakkafrosti, sum vanliga halda startinum, ikki eru tøkar
Róð varð á Skála seinasta leygardag, men leygardagin verður ikki farið í bátarnar
 
16.06.2021 - 21:20

Kappróðurin, sum skuldi verða á sundalagsstevnuni um vikuskiftið, er avlýstur.

Tað skrivar Kollafjarðar ítróttarfelag á facebook í kvøld.

Orsøkin er, at tvíkiljurnar hjá Bakkafrosti, sum vanliga halda startinum, ikki eru tøkar leygardagin.

KÍF skrivar, at arbeitt hevur verið við øðrum loysnum síðan sunnukvøldið, men stutta skotbráið og nógvi trafikkurin á fjørðinum ger, at tað ikki hevur borið til at roynt aðrar loysnir í verki.

 - Vit í kappróðrarnevndini hava verið á fundi við RFS í kvøld og tosað um íkomnu støðuna. Øll vóru samd um, at tað, at royna eina nýggja og óroynda loysn, sum møguliga ikki riggar, ikki er rætti vegurin at fara, skrivar KÍF á facebook. 

 - Vit hugsa fyrst og fremst um rógvaran og at geva teimum bestu uppliving, sum til ber, á róðrardegnum. Vit eru hørm um støðuna, men vóna at øll skilja, at hetta er frægasta avgerð, skrivar KÍF.

Róðrarsamband Føroya arbeiðir við at flyta róðurin, og kunnað verður um tað seinni, verður lagt afturat á facebook-vanganum hjá Kollafjarðar ítróttarfelag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329