Letur ein sunnan háskúla frá sær

Letur ein sunnan háskúla frá sær
Ítróttarháskúlin í Suðuroy er nógv mentur, síðan dyrnar lótu upp fyri fimm árum síðan. - Eg lati ein sunnan skúla frá mær, sigur Guðmundur Joensen, nú hann gevst sum leiðari
21.06.2021 - 18:06

Sigur tú ítróttarháskúlin í Suðuroy, sigur tú eisini Guðmundur Joensen. 

Fyri fimm árum síðan fekk hann uppgávuna at byggja skúlan upp frá grundini, tá hann varð settur sum fyrsti leiðarin. 

Ætlanirnar og orðini vóru stór, og nú - fimm ár seinni - heldur Guðmundur Joensen, sum nú gevst, at hann letur ein sunnan skúla frá sær.

 - Eg haldi, at vit hava fingið góðar afturmeldingar frá næmingunum og teimum rundanum næmingarnar. Tað er sál í dagligdegnum, og tá tey eru liðug, fella nógv tár, og vit merkja á teimum, at tey fáa nógv burturúr, sigur Guðmundur Joensen, sum ikki hevur gjørt av, hvat hann nú skal takast við.

Síðstu fimm árini er skúlin er vaksin munandi í vævi, bæði so og so. Fyrsta árið vóru 17 næmingar, og nú er fullsett við 48 næmingum úr alskyns londum.

Nýtt næmingaheim er tikið í nýtslu, og fótbólts- svimji, venjingar og ikki minst adventure breytin hava fingið fastar karmar.

Skúlin hevur broytt gerandisdagin

Ein, sum hevur gingið á ítróttarháskúlanum, er havnamaðurin, Niels Áki Mørk. Hann hevur bert gott at bera fráfarandi leiðaranum og uppihaldinum í Vági.

 - Eg fór suður sum ein drongur, sum ikki tordi at siga so nógv, og tá eg kom heim aftur kundi eg tosa við ein og hvønn, sigur Niels Áki Mørk.

Hann fór eisini suður sum fótbóltsspælari, men skúlaskeiðið snaraði áhugan inn á nýggjar leiðir. 

 - Beinanvegin, tá eg kom norðuraftur, byrjaði eg upp á crossfit í Tvørmegi, og ígjøgnum tað fekk eg áhuga fyri olympiskari vektlyfting, har eg nú eri føroyameistari og venji tað nærum hvønn dag, sigur Niels Áki Mørk.

Eisini mannaðu næmingarnir Royndina Fríðu og gjørdu ikki mætari enn at vinna føroyameistaraheitið í 2019. 



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115